Ottawa, Ontario | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Kort | Kort |
Land: | Kanada |
Lanslutur: | Ontario |
Vídd: | 2 778,64 km² |
Íbúgvar (2016): | 934.243[1] |
Mál: | Enskt, franskt |
Heimasíða: | www.ottawa.ca |
Ottawa (enskt; City of Ottawa, franskt; Ville d'Ottawa) er høvuðsstaður Kanada, ið liggur í landslutinum Ontario, beint við markið til landslutin Quebec. Í 2016 hevði Ottawa fleiri enn 934 túsund íbúgvar í sjálvum býnum.
Býurin er uppkallaður eftir indiánafólkinum Ottawa (Odawa) sum einaferð búði har. Ottawa gjørdist høvuðsstaður í Kanada í 1857. Tað, ið m.a. eykennir býin nú á døgum, eru mongu forvitnisligu søvnini og almennu húsini við prýðiligum kopartekjum og ein siglingarveit við viðarlundum framvið, sum, tá ið vetrarkuldin kemur, verður heimsins longsta skoytibreyt.
Coordinates: 45°24′41.6″N 75°41′54.4″W / 45.411556°N 75.698444°W