Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Jefferson City |
Størsti býur: | Kansas City |
Innlimað: | 10. august 1821 |
Guvernørur: | Eric Greitens (R) |
Vídd: | 180 533 km² |
Íbúgvar (2011): | 5 988 927 |
fyri km²: | 31/km² |
Tíðarzona: | UTC-6/-5 |
Heimasíða: | www.mo.gov |
Missouri (Enskt: State of Missouri) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,9 mió. íbúgvum. Jefferson City er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Kansas City. Í norðri hevur Missouri mark við Iowa, í eystri við Illinois og Kentucky, í suðri við Tennessee, Arkansas, og Oklahoma, og í vestri við Nebraska og Kansas.
Eyknevni er Vísa-Meg-Staturin (enskt: The Show-Me-State).
Alt stakríkið, sum tað er, er ein akur. Teir pløga heilt djúpt, síðani verður tung trumla drigin eftir veltuni, og til seinast verður saksað við einari heilt lættari harvu. Regnið setir nú beinanvegin niður í ta føstu moldina, og hon heldur vætuni í sær, til kornið fer at næla. Summastaðni, har avfallið er lítið, nýta teir ein veltingarmáta, sum teir nevna turrvelting (á enskum dry farming).
Men ein vandi er við hesum máti, um veturin, tá ið akrarnir liggja svartir, kann tað henda, at jørðin verður so uppturkað av frostinum, at moldin fer at fúka. So herviligt kann moldrokið vera í teimum turrastu plássunum, at menn, sum við stórum stríði hava velt jørð sína upp frá heilum, noyðast helt at geva uppat at velta korn, tí eingin mold er eftir. Eisini kann tað henda, tá ið regnið er av tí grova, at stríðar áir gerast í lægdunum, og tær taka so moldina við sær.
Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali vóru í 2019 í Missouri hesir:[1]
Í høvuðsstaðnum Jefferson City búðu í 2019 bara 42 708 fólk.
Coordinates: 38°35′56.4″N 92°30′28.8″W / 38.599000°N 92.508000°W