1815 - Napoleon Bonaparte(myndin) fer í land í Cannes eftir at hava sitið sum fangi á oynni Elba.
2014 - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vinnur fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipar fyri.
2015 - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.
2014 - Marnar Djurhuus vann gull í DM fyri ung á 1500 metra teininum í bólkinum dreingir 18-19 ár við tíðini 4.05.85, sum var nýtt føroyskt innandura met.
1963 – Tvøroyrar Svimjifelag verður sett á stovn. 44 og eitt hávlt ár seinni, hin 6. september 2007, verður felagið lagt saman við Vágs Svimjifelag til nýggja felagið Susvim.
1566 - David Rizzio, skrivari hjá Mariu Stuart, verður myrdur av skotskum aðalsmonnum undir leiðslu av Lord Darnley, makanum hjá Mariu, í Holyroodhouse í Edinburgh.
2015 – Full sólarmyrking í Føroyum(myndin). Í Havn er sólarmyrking frá 8:38:51 til 10:47:40 og full sólarmyrking frá klokkan 9:40:54 til 9:42:54. Fulla sólarmyrkigin varir longst í Mykinesi, 2 min. 24 sek., og stytst í Akrabergi, 1 min. 4 sek.
1169 – Saladin(avmyndaður á mynt) varð settur sum emirur av Egyptalandi.
1852 - Ríkisdagslógin um, at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn varð sett í gildi. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð.
1981 – Solidaritetsrørslan Solidarność í Póllandi stílar fyri einum ávaringar verkfalli, ið er tað størsta í søguni hjá Eysturblokkinum, har ið 12 milliónir póllendingar fóru frá arbeiði teirra í fýra tímar.
2014 - Mikkalina Norðberg vald sum ársins íverkseti á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn.
2015 - Pál Joensen vinnur gull í 800 metrum frí á Danish Open við tíðini 7:52.82, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár (til 28. mars 2015) og nýtt stevnumet.